Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Edition Wilhelm Hansen

Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Edition Wilhelm Hansen
Teitur Lassen hevur gjørt sáttmála við Edition Wilhelm Hansen, ið er partur av altjóða forlagnum Wise Music Group. Sáttmálin fevnir um allan tónleik hjá Teituri
Á myndini frá vinstru: Loui Törnqvist, Teitur, Steve Tallamy og Christian Ulf Hansen
Mynd: Teitur  
 
24.04.2024 - 14:47

Teitur Lassen hevur gjørt sáttmála við Edition Wilhelm Hansen, ið er partur av altjóða forlagnum Wise Music Group. Talan er um størsta forlag í norðanlondum, ið varð stovnað í 1857.

Sáttmálin fevnir um allan tónleik hjá Teituri, ið fevnir um yvir 500 sangir og útgávur. 

Edition Wilhelm Hansen skal taka sær av fyrisiting, útbreiðslu, og eftirlit av gomlum verkum, umframt at festa nýggj verk á nótar. Tað skrivar Teitur í tíðindaskrivi. 

”Eg gleði meg at hava fleiri á mínum liði og vera ein partur av einum forlagi, ið bæði er dygdarliga og søguliga rótfest, men samstundis er samtíðarligt og ikki gongur so høgt upp í tónleikagreinar, men heldur setur skapanarhugan fremst,” sigur Teitur Lassen. 

Teitur undirskrivaði sáttmálan saman við umboðsmanni sínum gjøgnum skjótt 25 ár, Christian Ulf Hansen, og forstjóranum í Edition Wilhelm Hansen, Loui Törnqvist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444