FMA 2024: "...eftir" hjá Klingra er ársins ser-útgáva

FMA 2024: "...eftir" hjá Klingra er ársins ser-útgáva
Tónlistarliga lýsingin av einum sorgarleiki mitt í farnu øld er grundarsteinurin undir ársins ser-útgávu
Klingra er sprottin úr viðurkenda bólkinum Afenginn og grør í mold, har alt ókrút er tikið burtur
 
09.03.2024 - 20:54

Bólkurin Klingra, sum er sprottin úr viðurkenda bólkinum Afenginn, vann fyrsta FMA-heiðurin fyri eina ser-útgávu. 

Heiðurin fekk Klingra fyri útgávuna "..eftir”, sum er tónlistarlig lýsing av einum sorgarleiki mitt í farnu øld. 

Klingra er samansettur av sjey sera royndum tónleikarum úr Danmark, Finnlandi, Noregi, Letlandi og Føroyum - ein sonevndur superbólkur. 

 

70 ára gamal sorgarleikur

Vit skulu 70 ár aftur í tíðina, fyri at finna upphavið til "…eftir". Aftur til tíðina, tá føroyskir fiskimenn kendu seg kroystar úr egnum havøki av enskum og týskum trolarum, og tí fóru longri norður við fiskarínum - teir flestu til Føroyingahavnina í Grønlandi.

Eitt skip søkkur og 14 mans sjólátast. 

Ein, sum upplivdi hendingina, var Napoleon á Neystabø, abbi Dánjal á Neystabø, sum er ein av limunum í Klingru.

 

Samrøða og field-recordings

Stutt fyri at Napoleon andaðist 94 ára gamal, tók Dánjal eina samrøðu upp við abba sín, har Napoleon tosar um hendingina. 

"…eftir" byggir á samrøðuna við Napoleon, umframt at Klingra hevur tikið upp sokallaðar field-recordings - upptøkur í sjálvari Føroyingahavnini í Grønlandi, og eru hesar ein partur av elektroakustisku pørtunum í tónleikinum.

Tónleikaslagið er ein blandingur av klassiskum og rytmiskum tónleiki, men við nøkrum elektroniskum, sum best kann lýsast um okkurt indi-klassiskt.

 

FMA-vinnarar

12 heiðurslønir vera latnar til ársins FMA. Higartil eru 10 heiðurslønir latnar.

 

Ársins klassiski heiður: Kristina Thede Johansen 

Ársins spíri: SUPERVISJÓN

Ársins tónasmiður: Tróndur Bogason

Ársins tónleikari: Per Ingvaldur Højgaard Petersen

Ársins myndlistarligi samleiki: Brimheim

Ársins sangur: "Literally Everything" - Brimheim

Ársins tekstur: "Rúm" - Hans Jákup Kollslíð (Marius Ziska)

Ársins útflutningsheiður: Plátufelagið Tutl

Ársins átak: Summartónar Festivalurin

Ársins serútgáva: "...eftir" - Klingra

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537