Danska verjan fer at umsita radaran

Danska verjan fer at umsita radaran
Ynskini hjá føroyingum um at byggja og reka radaran sleppa upp í part, sigur danski verjumálaráðharrin
Fýra ár fara til at útvega radaran og síðani eitt ár til at royna hann, sigur danski verjumálaráðharrin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
22.02.2024 - 08:54

Danska verjan fer at umsita radaran, sum skal byggjast í Føroyum.

Men ynskini hjá føroyingum um at byggja og reka radaran sleppa upp í part.

Tað sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, í svari til Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu.

 

Anna Falkenberfg, fólkatingskvinna. (Savnsmynd)

 

Hann sigur eisini, at dronur verða brúktar til at hava eftirlitið, millum annað í sambandi við umhvørvi og bjargingar, í Føroyum.

Um radaran sigur Troels Lund Poulsen, at fýra ár fara til at útvega radaran og síðani eitt ár til at royna hann.

Hann sigur, at roynt verður at framskunda hetta. 

Sí svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444