Fyrilestur um at vaska ull

Fyrilestur um at vaska ull
Í 2022 var stuðul latin til eina verkætlan um at vaska føroyska ull. Nú er úrslitið komið
Liðugt er at kanna, hvussu best er at vaska ull.
 
15.02.2024 - 06:51

Tey, sum fara til fyrilestur í Búnaðarstovuni seinnapartin í dag, fáa at vita, hvussu ull kann vaskast.

Í 2022 var stuðul latin til eina verkætlan um at vaska føroyska ull. 

Barbara Vestergaard og Marita Vestergaard í Lágabø eru nú lidnar við verkætlanina, sum eitur Ull - frá tanka til handling.

Tær koma at greiða frá Vesturgarði ullavaski, sum úrslitið eitur.

Í fyrilestrinum í dag fara tær báðar at greiða frá, hvussu ull kann vaskast í Føroyum á ein lættan, nýmótans og skynsaman hátt.

Samstundis verður hugsað um, at vaskingin er  umhvørvisvinarlig. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098