Haldførisavbjóðingin: Nú eiga tey ungu at rópa varskó 

Haldførisavbjóðingin: Nú eiga tey ungu at rópa varskó 
Vit eru fýra til fimm, sum fíggja hvønn pensjónist, men um 20 ár verða vit 2,5 fólk fyri hvønn pensjónist. Tí eiga tey ungu at gera vart við seg nú, sigur Fróði Magnussen
 
08.02.2024 - 16:10

Tá Búskaparráðið legði sína heystfrágreiðing fram í september, heitti Fróði Magnussen, formaður, á okkum øll um at byrja at taka størri atlit at komandi ættarliðum enn okkum sjálvum. 

 

Arbeiðsbyrðan hjá komandi ættarliðum verður ov tung, um vit ikki gera okkurt nú.

- Fróði Magnussen 

 

Orsøkin til orðini er, at tá tey, sum eru børn og ung í dag, koma á arbeiðsmarknaðin, verða tey nógv færri, sum skulu tryggja teimum eldru ein góðan og tryggan aldurdóm. Gleðiliga orsøkin til tað er, at vit verða eldri og eldri.  

Gleðiligt ella ei, so merkir hetta, at um onki broytist, so verður arbeiðsbyrðan hjá komandi ættarliðum nógv størri enn arbeiðsbyrðan hjá okkum, sum eru til arbeiðis nú. Tí samstundis sum tað verða fleiri og fleiri eldri fólk, vaksa útreiðslurnar til pensjónir, eldrarøkt og heilsurøkt eisini.

Og tað er tann, sum arbeiðir, - skattgjaldarin -  sum rindar hesar útreiðslurnar. Gera vit einki nú, kann hugsast, at ein avleiðing verður, at hægri skattur verður álagdur arbeiðsfjøldini frameftir.

 

  

Í dag eru vit fýra til fimm, sum arbeiða fyri hvønn pensjónist, men um 15 ár verða vit umleið trý fyri hvønn pensjónist, og um 20 ár verða vit 2,5 fyri hvønn pensjónist.  

 

  

 

Hetta heldur ikki í longdini 

Fróði Magnussen stúrir fyri, at eitt stríð fer at taka seg upp millum ættarliðini. Í dag skal ein arbeiðandi forvinna 240.000 kr. fyri at hava líka nógv eftir av lønini eftir skatt, sum ein pensjónistur hevur. Hækkar skatturin, skal tann, sum arbeiðir,  forvinna enn meira fyri at hava tað sama eftir sum pensjónisturin. 

  

Tey ungu fara at siga: Hví skal eg rinda til ein, sum hevur meira tøkupening enn eg?

 - Fróði Magnussen  

  

Stutt sagt er hetta tað, sum haldførisavbjóðingin er. Vit verða eldri og eldri, og tí verða tað færri og færri, sum skulu “fíggja” hvønn pensjónist.   

Hetta fer ikki at hanga saman, sigur Búskaparráðið, hvørki fíggjarliga ella sosialt.  

Men taka politikarar sær um reiggj og gera neyðug átøk, verður arbeiðsbyrðan ikki so tung. So verður samhaldsfesti millum ættarliðini heldur enn stríð, segði formaðurin í Búskaparráðnum eisini í Smæruni tann dagin, tá ið heystfrágreiðingin var løgd fram fyri almenninginum.  

Og knappar fimm mánaðir seinni, tann 16. januar í ár, kom Búskaparráðið í framløgu síni um fíggjarpolitiskt haldføri við fýra ítøkiligum boðum uppá, hvat politikarar kunnu gera, um teir altso ætla sær at lætta um byrðuna hjá teimum, sum í dag eru børn og ung.  

  

  

Búskapur sum heldur

Tað fyrsta og besta, ið politkarar, sambært Búskaparráðnum kunna gera í hesum sambandi, er at stilla pensjónsaldurin eftir miðalaldrinum.

Heilt ítøkiliga mælir ráðið til, at pensjónsaldurin umframt at hækka við einum hálvum ári í 2025 og 2030 skal hækka við einum ári fimta hvørt ár, frá 2035 fram til 2060. Hetta fer at økja um arbeiðsfjøldina soleiðis, at tað aftur verða fleiri arbeiðandi fyri hvønn pensjónist og lutfallið verður umleið tað sama, sum tað er í dag.

Umframt hetta verður mælt til at effektivisera eldraøkið, so vit fáa meira fyri pengarnar. Mælt verður til fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal forða fyri óskynsamari nýtslu av landskassans pengum, og til seinast verður mælt til at arbeiða fyri at minka um fráflyting. 

Haldførisavbjóðingin er ikki nýggj, og tað eru tilmælini frá Búskaparráðnum heldur ikki.

Spyrt tú Fróða Magnussen, um tey fólkavaldu í løtuni arbeiða fyri at tryggja, at arbeiðsbyrðan hjá komandi ættarliðum ikki verður ov stór, sigur hann, at hann ikki enn hevur sæð nakrar ítøkiligar raðfestingar av hesum.

Og tí áttu tey ungu í veruleikanum at rópt varskó. Tí tað verða tey, sum sita eftir við rokningini, um myndugleikarnir ikki megna at taka røttu avgerðirnar. 

 

Hanna Krista Poulsen tekur undir við at hækka pensjónsaldurin, um arbeiðsvikan verður stytt.

240208_HANNA_KRISTA_POULSEN
 
 
 
 

Orsøkin til støðuna, vit eru í nú er politiskur kleyvarskapur, sigur Ása Andreasen

240208_ASA_ANDREASEN

  

Sig tína meining:

Loading Poll...
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269