Rentan fer væntandi at lækka

Rentan fer væntandi at lækka
Evropeiski Miðbankin hevur boðað frá rentulækkingum í hesum árinum
ECB hevur boðað frá rentulækkingum í hesum árinum. (Savnsmynd)
 
02.02.2024 - 13:41

Eftir fleiri ár við rentuhækkingum, tí stórur prísvøkstur hevur verið í samfelagnum, er sannlíkt, at rentan fer at lækka í næstum, tí tamarhald er fingið á inflatiónini.

Tað sigur Malan Johansen, landsbankastjóri.

So hvørt,  Evropeiski Miðbankin hevur hækkað rentuna, hevur danski Tjóðbankin eisini hækkað rentuna, og føroyskir peningastovnar hava síðani gjørt tað sama.

 

Malan Johansen er landsbankastjóri. (Savnsmynd)

 

Lækkar rentan, kann væntast, at føroyskir peningastovnarnir eisini fara at fylgja tjóðbankanum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Nýggjastu sendingar í SV