KAF um lønarlyft: Eiga at bíða eftir nýggja sáttmálanum

KAF um lønarlyft: Eiga at bíða eftir nýggja sáttmálanum
Kommunala arbeiðsgevarafelagið vil hava, at lønartalvan er dagførd, áðrenn lønarlyftið verður lagt aftrat
Per Martin Gregersen er formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
 
29.01.2024 - 14:37

Tað loysir seg betur hjá teimum, sum skulu gjalda lønirnar hjá námsfrøðingunum, at lovaða lønarlyftið ikki kemur, fyrr enn nýggi lønarsáttmálin millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið er gjørdur.

Tað sigur Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sum er við í samráðingunum um nýggjan sáttmála við Pedagogfelagið.

Hann sigur, at Kommunala arbeiðsgevarafelagið vil hava, at lønartalvan er dagførd, áðrenn lønarlyftið verður lagt aftrat.

Annars verður tað dýrari hjá kommununum, sigur Per Martin Gregersen:

 

29012024_Per_Martin_og_lonarlyft


Mirjam Johannesen, námsfrøðingur og leiðari á dagstovninum Sólareygað í Havn, segði soleiðis við útvarpið fríggjadagin, tá almennu lønirnar fyri januar vóru útgoldnar:

 

29012024_Mirjam_Johannesen

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur við útvarpið, at hon ikki hevur verið partur av samráðingunum enn.

Hon fer at kanna málið nærri, og hevur onga viðmerking í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV