Stýra ikki búskapinum skynsamliga

Stýra ikki búskapinum skynsamliga
Tjóðbankin ger nú eisini vart við haldførið í føroyska búskapinum
Búskapurin verður ikki stýrdur skynsamliga, sigur Tjóðbankin.
 
23.01.2024 - 06:50

Tjóðbankin ger nú eisini vart við haldførið í føroyska búskapinum.

Hann sigur, at hóast nógv góð ár hava verið, hevur landskassin ikki havt nevnivert yvirskot.

Demografiskar avbjóðingar gera, at neyðugt er at hava haldføri í búskapinum, sigur Tjóðbankin.

Neyðugt er at brúka góðu tíðirnar til at styrkja búskapin og fyrireika framtíðina, sigur hann.

Tjóðbankin sigur eisini, at peningastovnarnir í Føroyum eru væl fyri og betur fyri enn áður at standa móti einari møguligari kreppu.

Hákonjunkturur

Hákonjunkturur er, næstan einki arbeiðsloysi, men lønirnar eru ikki vorðnar so nógv størri. 

Inflatiónin er minkað, og tí er trýstið á prísirnar minkað nógv.

Tjóðbankin sigur, at búskapurin í Føroyum er ikki stýrdur skynsamliga nú, meðan hákonjunkturur er.

Og Føroyar hava ikki av álvara gjørt nakað við demografisku avbjóðingar í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV