Ísland: Misálit á ráðharra, tí hon steðgaði hvalaveiðu

Ísland: Misálit á ráðharra, tí hon steðgaði hvalaveiðu
Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri, hevur ikki gjørt nakað í málinum, og Svandís Svavarsdóttir er framvegis matvørumálaráðharri
Svandis Svavarsdóttir er framvegis matvørumálaráðharri.
 
17.01.2024 - 08:41

Nú eru tveir flokkar í Íslandi, sum ætla at leggja fram uppskot um misálit, tí Svandís Svavarsdóttir, ráðharri, steðgaði íslendsku hvalaveiðuni dagin fyri, hon skuldi byrja í fjør summar.

Altingsins umboðsmaður hevur sagt, at ráðharrin hevði ikki lógarheimild til at taka hetta stigið.

Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri, hevur ikki gjørt nakað í málinum, og Svandís Svavarsdóttir er framvegis matvørumálaráðharri.

Altingsfundur verður mánadagin.

Flokkarnir báðir, Flokkur fólks­ins og Miðflokkurin, siga tó, at um okkurt lógaruppskot kemur um støðuna í Grindavík, sum hevur skund, eru teir sinnaðir at bíða við uppskotinum um misálit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843