Kanna ferðafólk úr Kina fyri koronu

bannari
Kanna ferðafólk úr Kina fyri koronu
Alsamt fleiri lond seta nú tiltøk í verk at kanna ferðafólk úr Kina fyri koronu, Nøkur lond krevja negativa koronutest
 
31.12.2022 - 10:44

Alsamt fleiri lond velja nú at kanna øll fyri koronu, sum koma loftvegis úr Kina.

Tað seinasta landið í røðini er Spania, ið harafturat krevur, at tey ferðandi úr Kina hava eina negativa koronaváttan við sær, og at tey eru koppsett.

Eisini Ísrael krevur nú negativa koronatest frá teimum, sum koma úr Kina.

Italia gjørdi hósdagin av, at øll fólk, sum koma við flogfari úr Kina skulu kannast fyri koronu, eftir at stakroyndir annan jóladag vístu, at annarhvør ferðandi í tveimum flogførum var smittaður við korona.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283