Lavrov: - Ukraina má góðtaka uppskotið frá Moskva

bannari
Lavrov: - Ukraina má góðtaka uppskotið frá Moskva
Annaðhvørt góðtekur Ukraina uppskotið frá Moskva ella avgerð russiski herurin, hvussu hettar endar, sigur russiski uttanríkisráðharrin Sergei Lavrov.
 
27.12.2022 - 08:53

- Uppskotið hjá okkum um avvápning og av-nasifisering í landslutunum, sum stýrið hava valdið á, og at beina burtur allar hóttanir móti trygdini í Russlandi - íroknað nýggju landspartar okkara, veit fíggindin alt um, sigur Lavrov. 

Nú skal stýrið í Kyiv halda russisku treytirnar, sigur hann.

- Boðskapurin er einfaldur: Tað er best fyri tey at fylgja hesum. Um ikki, verður tað russiski herurin, sum avgerð málið, sigur Sergei Lavrov, sambært NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774