Zelenskyj mælir til yvirgang

bannari
Zelenskyj mælir til yvirgang
Zelenskyj mælir landsmonnum sínum til at sleppa sær burtur úr hersettu økjunum fyri ikki at enda uppi í russiska herinum
 
24.09.2022 - 12:11

- Eg havi eitt einfalt tilmæli til okkara borgarar í fyribils hersettu økjunum. Gerið tað mest týdningarmikla. Bjargið tykkara lívum og hjálpið okkum við at avmergja hersetingarvaldið.

Soleiðis málbar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, seg i eini røðu í gjárkvøldið.

Zelenskyj mælir landsmonnum sínum til at sleppa sær burtur úr hersettu økjunum fyri ikki at enda uppi í russiska herinum.

Men fyri tey, sum kortini koma í ta støðu, at tey ikki er sloppin sær burtur í nóg góðari tíð, men eru innkallaði til russiska herin, so hevur ukrainski forsetin hesi boðini.

- Tit skulu fremja herverk á virksemið hjá fíggindanum og forða russisku átøkunum. Hetta við at bera okkum boð um, hvat hersetingarvaldið hevur í hyggju at fremja, og kunna um teirra herstøðir, høvuðsstøðir og vápnagoymslur. Og við fyrsta høvi at skifta síðu. Gerið hvat tit kunnu fyri at bjarga mannalívum og verið við til at fríða Ukraina, segði Volodymyr Zelenskyj sambært DR í røðu síni í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774