Saksun má skipast sum ferðavinnubygd

Saksun má skipast sum ferðavinnubygd
Tað er neyðugt at skipa Saksun sum ferðavinnubygd, um tað skal vera liviligt í bygdini, siga tveir bøndur, sum hava tikið stig til ætlanina.
Gjaldsportrið í Saksun skal eftir ætlan skiftast út við eitt hús ella ein skúr. Tað skal vera frítt fyri føroyingar at vitja í Saksun, men ferðafólk skulu eftir ætlan framvegis gjalda.
 
07.07.2022 - 13:45

Næsta summar skal alt virksemið í Saksun skipast - eisini ferðavinnan. Tað er neyðugt, um tað skal vera liviligt í bygdini.

Tí hava tveir bøndur, André Kruse og Jóhan Jógvansson, gjørt av, at alt virksemið, sum er uttanfyri asfaltið, sum teir málbera seg, skal skipast til frama fyri fólkið.

Als ikki liviligt fyri íbúgvarnar

Orsøkin er, at tað als ikki er liviligt hjá teimum 11 fólkunum, sum búgva í Saksun. Bygdin er á tremur við bilum og fólki summarmánaðirnar, og tað er til stóran ampa fyri trivnaðin.

Ferðafólkini gera, sum teimum lystir, og tey ganga har, sum tey finna tað fyri gott. Tað sigur annar bóndin, André Kruse.

Portrið skiftast út við hús 

Portrið út á Lónna í Saksun hevur verið og verður framvegis nógv umrøtt, tí fólk mugu rinda fyri at sleppa ígjøgnum portrið og út á Lónna.

Eftir ætlanini hjá bóndunum, verður portrið tikið burtur, tá nýggja skipanin verður sett í verk.

Ístaðin skal eitt hús ella ein skúrur setast upp. Hann skal mannast við fólki, sum skulu kunna fólk, ið koma til Saksunar.

Munur á ferðafólki og føroyingum

Munur skal eisini gerast á fólki. Føroyingar sum tá koma til Saksunar, skulu ikki gjalda fyri at fara út á Lónna, men tað skulu útlendsk ferðafólk, sigur André Kruse.

Fólk, sum koma til bygdina, verða eisini kunnað um, hvat er loyvt, og hvat ikki er loyvt.

Tað er eisini neyðugt, um tað skal vera liviligt í bygdini, sigur bóndin.

Skipanin í verk næsta summar

Virksemið skal eisini skipast á annan hátt, tí tá krøv verða sett, so mugu gestirnir fáa neyðugar tænastur. Og tað er eisini ætlanin at skipa hetta. Eitt nú skulu fólk kunna keypa sær okkurt til matna og annað.

Fyrireikingarnar til at skipa Saksun eru so smátt byrjaðar, men tað var ikki møguligt at skipa virksemið í ár. Ætlanin er, at tað verður gjørt, tá summarið í 2023 fer at nærkast, sigur André Kruse, bóndi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV