50.000 kr. um árið í trý ár til Faroe Pride

50.000 kr. um árið í trý ár til Faroe Pride
Tórshavnar býráð ætlaði at lækka játtanina, men endin var, at hon hækkaði
Tórshavnar kommuna hevur stuðlað Faroe Pride síðani 2012.
 
23.06.2022 - 09:35

LBGT fær 50.000 krónur um árið í ár, í 2023 og í 2024 til Faroe Pride gonguna.

Upprunaliga ætlaði býráðið at lækka játtanina úr 20.000 krónum niður í 12.500 krónur.

Men í gjár samtykti býráðið at hækka játtanina upp í 50.000 kr.

 

12 atkvøður fyri

12 býráðslimir atkvøddu fyri. Birgir Nielsen atkvøddi blankt.

Kommunan hevur stuðlað Faroe Pride síðani 2012.

Tá, í 2012, var stuðulin 50.000 kr.  Síðani hevur hann verið antin 25.000 kr. og 20.000 kr. um árið.

Gongan var ikki í 2020 og 2021, tí korona var. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537