Hiddenfjord heiðrað fyri burðardygd

Hiddenfjord heiðrað fyri burðardygd
Føroyska alifyritøkan, Hiddenfjord, hevur vunnið eina SEAL Business Sustainability Award úr USA, sum á hvørjum ári heiðrar tey nýskapandi átøkini fyri burðardygd kring heimin
Alti Gregersen, stjóri, gongur sjálvur á odda, fyri at tryggja, at Hiddenfjord verður rikin burðardygt
Mynd: Savnsmynd  
 
21.12.2021 - 09:45

Hiddenfjord fær virðislønina, tí fyritøkan gavst við at flyta laksin út í heim við flogfari. 

SEAL er ein av týdningarmestu heiðurslønunum fyri burðardygd í USA.

"Virksemi, vit hava í dag, skal ikki skal leggja fót fyri framtíðarvirksemi. Vit vilja, at alivinnan gerst uppaftur burðardyggari, soleiðis at vinnan fær bestu umstøður at virka undir í dag og í framtíðini. Alt okkara virksemi skal vera innan fyri karmar, sum náttúran setur, og í samljóði við náttúruna," sigur Atli Gregersen, stjóri, m.a. í tíðindaskrivinum.

 

Atli kann gerast ársins leiðari

Atli Gregersen er eisini í uppskoti sum Business Leader of the Year til edie Sustainability Leaders Awards, sum er størsta virðisløn fyri burðardygd í Bretlandi. 

Business Leader of the Year heiðurslønin er grundað á arbeiðið hjá Hiddenfjord fyri burðardygd og djóravælferð seinastu trý áratíggjuni.

Vinnarin verður kunngjørdur 2. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949