Jacob og Elsebeth úr landsstýrinum og í løgtingið at fella sammøðurnar

Jacob og Elsebeth úr landsstýrinum og í løgtingið at fella sammøðurnar
Fólkaflokkurin sendir Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr landsstýrissessunum í løgtingssessirnar at fella uppskotini um sammøður
Elesbeth Mercedis Gunnleygsdóttur fer úr sínum landsstýrissessi fyri at taka sæti í løgtinginum og fella uppskotini um sammøður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2021 - 12:03

Løgmansskrivstovan hevur júst boðað frá, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og landsstýriskvinnan í almannamálum hava í morgun boðað løgmanni frá, at tey vilja verða loyst úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk 1.

Løgmaður hevur eftirlíkað teirra umbøn, og løgmaður fer fyribils at røkja fiskivinnumál og almannamál. 

Harvið er greitt, at Fólkaflokkurin hevur valt at senda Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í løgtingið fyri at skumpa Anniku Olsen og Brand Sandoy úr løgtinginum og harvið fella uppskotini um sammøður. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537