Trygdargjaldið lækkar á nýggjárinum, men hækkar aftur í 2025

Trygdargjaldið lækkar á nýggjárinum, men hækkar aftur í 2025
Gjaldið verður vanliga stillað eina ferð um árið, men korona hevur gjørt, at færri ferðast loftvegis, og tí verður tað ikki stillað sum er
Trygdargjaldið lækkar niður í 4,75 kr. fyri hvørt ferðafólk 1. januar, men í 2025 hækkar tað upp í seks krónur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.10.2021 - 08:41

Uppskotið um ríkislógartilmælið um at dagføra lógina um flogferðslu í Føroyum er nú til hoyringar.

Hoyringarfreistin er til 3.november.

Uppskotið hevur tó longu verið til hoyringar hjá Atlantic Airways og Vága floghavn. 

Óbroytt trygdargjald

Ein broyting er, at trygdargjaldið, safetygjaldið, sum verður stillað eina ferð um árið, verður ikki stillað sum er, tí korona hevur gjørt, at nógv færri ferðast við flogfari.

Uppskot er um at bíða til 1.januar í 2025 við stillingini. Gjaldið, sum flogfeløg lata fyri hvørt ferðafólk, verður tí 4,75 kr. til 2025. 

Trygdargjaldið kom í 2013. Tá var tað seks krónur.

Í 2018 lækkaði gjaldið í Danmark úr 5,50 kr. niður í 4,75 kr. Men tann broytingin kom ikki í gildi í Føroyum, so her bleiv gjaldið verandi 5,50 kr. 

Men tað skal við uppskotinum, sum er nú gjørt, lækka niður í 4,75 kr. 1.januar 2022.

Og har verður tað til 2025, tá tað fer upp í seks krónur. 

Endurgjaldið hækkar

Endurgjaldshámarkið hjá flogfeløgum fyri skaðar, sum ferðafólk, viðføri ella farmur fáa, hækkar.

Harafturat er uppskot um at gera lógartekstin kynsnoytralan. 

Orðini hann, hansara ella honum verða strikað, og til dømis orðini eigarin ella brúkarin sett í staðin fyri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444