Koronusmitta aftur á russiskum trolara

Koronusmitta aftur á russiskum trolara
Karelia er avbyrgdur í Runavík, og møguleikin fyri at onnur enn manningin er smittað, er avmarkaður, sigur landslæknin
Karelia var eisini nógv í tíðindunum fyri einum ári síðani.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.06.2021 - 08:25

32 fólk á russiska trolaranum Karelia, sum liggur í Runavík, eru koronusmittað.

Tað upplýsir landslæknin.

Eitt fólk er á Landssjúkrahúsinum.

Øll manningin, 77 fólk, eru kannað. Og 32 teirra eru smittað. 

Avbyrgdur

Møguleikin fyri, at onnur enn manningin er smittað, er ógvuliga avmarkaður, sigur landslæknin. Russiski trolarin er í løtuni avbyrgdur. 

Karelia kom á Runavík tíðliga seinnapartin 15.juni.

Sambært heimasíðuni vesselfinder.com er hann lagdur, moored, sum tað stendur á enskum, tíðliga í morgun.

23 smittað í fjør

Karelia var eisini ofta í tíðindunum fyri sløkum ári síðani.

24.juli í fjør kom fram, at 23 av 30 kannaðum umborð á Kareliu vóru smittað. Og tveir vórðu innlagdir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098