Fýra tilburðir í gjár

bannari
Fýra tilburðir í gjár
Í løtuni eru 31 fólk smittað av koronu
Nú eru gjørdar tilsamans 272.615 koronukanningar.
 
27.05.2021 - 11:52

Fýra smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Øll eru partur av kendari smittuketu. 

1.919 kanningar vórðu gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 272.615 koronukanningar.

701 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 fólk eru frísk aftur. 

Í løtuni eru 31 fólk smittað.

Fimtihvør liðugt koppsettur

Í gjár vórðu 537 fólk koppsett. 129 fólk fingu fyrra prikið, og 408 fingu seinna prikið.

Góð 10.000 fólk eru nú liðugt koppsett, tað svarar til næstan fimtahvørt fólk.

20.450 fólk hava fingið fyrra prikið, tað svarar til góð 38 prosent av fólkatalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098