11 milliónir el-bilar

11 milliónir el-bilar
Men í 2030 vera teir 145 milliónir
El-bila talið veksur støðugt.
 
09.05.2021 - 13:34


Í løtuni koyra 11 milliónir el-bilar, vørubilar, lastbilar og bussar á vegunum í øllum heiminum, men í 2030 hækkar talið á akførum upp í 145 milliónir.

Tað vísir ein frágreiðing frá International Energy Agency, IEA.

Men gera heimsins stjórnir av at skunda undir grøna orkuskiftið, eru møguleikar fyri, at 230 milliónir akfør vera í 2030, skrivar The Guardian.

Nógv fleiri í ár

Sambært frágreiðingini frá IEA, eru seldir hálva triðju ferð so nógvir elbilar fyrsta ársfjórðing í ár enn sama tíðarskeið í fjør.

Hóast afturgongdin í bilídnaðinum hevur verið 16 prosent, vórðu tríggjar milliónir el-bilar skrásettir í fjør, og tað er met.

Orkuídnaðurin fylgir neyvt við gongdini, tí fleiri el-bilar fáa avleiðingar fyri oljufeløgini, sum eru bundin av eftirspurninginum eftir brennievni.

Frágreiðingin hjá IEA sigur, at heldur gongdin í søluni av el-bilum fram hetta til 2030, fer tørvurin á bensini og dieseli at minka tvær milliónir tunnur um dagin, og útlátið av Co2 minkar 120 milliónir tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418