Uppskot um dagpengar kom ikki úr nevnd

Uppskot um dagpengar kom ikki úr nevnd
Eingin áhugi var at fremja málið, um at arbeiðsgevarar skulu gjalda fyri fleiri sjúkradagar, sigur formaðurin í Trivnaðarnevndini
Uni Rasmussen, formaður í Trivnaðarnevndini, sigur, at nevndin tímdi rætt og slætt ikki at gera meira við uppskotið, um at arbeiðsgevarar skulu gjalda fyri triðja og fjórða sjúkradag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.05.2021 - 09:44

- Eg valdi at lata málið liggja.

Tað sigur Uni Rasmussen, formaður í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, um annað tingmálið, sum ikki kom aftur úr nevnd, áðrenn tingið fór til hús hosdagin.

Talan er um uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at arbeiðsgevarar skulu gjalda dagpengar fyri triðja og fjórða sjúkradag.

Við hesum ætlaði landsstýrið at spara fimm milliónir krónur um árið.­

Sum er gjalda arbeiðsgevarar fyrsta og annan sjúkradag. Síðani tekur tað almenna við.

­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­Eingin áhugi

Trivnaðarnevndin viðgjørdi uppskotið á tveimum fundum í oktober og november í fjør. Tá vóru hoyringar.

Málið var eisini á skránni fyri tveir aðrar fundir, tann seinni var 11.desember. Men nevndin viðgjørdi ikki málið tá.

Uni Rasmussen sigur, at eingin áhugi var fyri at fremja málið. 

Heldur ikki úr landsstýrinum kom nøkur áheitan um at fáa uppskotið í tingsalin aftur við einum áliti frá Trivnaðarnevndini.

Uni Rasmussen sigur, at tey tímdu rætt og slætt ikki at gera meira við málið.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012