2020 higartil heitasta árið í Evropa

2020 higartil heitasta árið í Evropa
Felags fyri allar fýra árstíðirnar er, at tær eru heitari enn tær hava verið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.04.2021 - 07:49

2020 var heitasta ár, sum er skrásett í Evropa. Tað vísa tøl hjá Copernicus Earth Observation Service, sum hevur til uppgávu at halda eyga við, hvussu jørðin hevur tað.

Sambært Copernicus var miðalhitin í Evropa í 2020 í minsta lagi 0,4 hitastig hægri enn tey fimm heitastu árini fyri 2020.

Hitatølini hjá Copernicus ganga aftur til 1950, men við at samanbera við onnur tøl aftur til 1850, verður úrslitið framvegis, at árið í fjør var tað heitasta, sum er skrásett í Evropa.

>> SÍ EISINI Heitasta summarið í Evropa

Veturin 2020 var 3,4 hitastig heitari enn miðalhitin um veturin árini frá 1981 til 2020. Heystið var eisini tað heitasta, sum er skrásett,

Men hóast tað ikki vóru eins nógvar hitabylgjur seinasta summar, sum tað hava verið onnur summur, var miðalhitin í Evropa seinasta summar hægri enn nakrantíð áður skrásett.

Fyri jørðina sum heild var 2020 millum trý tey heitastu árini, sum eru máld, verður sagt frá Copernicus.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012