Jóhannes Stefánsson fingið svenska heiðursløn

Jóhannes Stefánsson fingið svenska heiðursløn
WIN WIN Gøteborg Burðardygd-heiðurslønin er ein millión svenskar krónur
Jóhannes Stéfansson, sum hevur fingið svenska heiðursløn
 
21.04.2021 - 18:01

Jóhannes Stefánsson, fyrrverandi starvsfólk hjá Samherja í Namibia og varskógvari, hevur vunnið svensku WIN WIN Gøteborg Burðardygd-heiðurslønina í ár. 

Í ár er evnið fyri heiðurslønina "viðurkenning til einstaklingar og felagsskapir," sum stríðast móti korruptión.

Dómsnevndin sigur í grundgevingini, at frá 2011 til 2016 hevði Jóhannes Stefánsson leiðandi starv í Samherja. Ein tíð gekk, til tað gjørdist honum greitt, at fyritøkan var uppi í umfatandi mutri í sambandi við fiskikvotur í Namibia.

Sum mótmæli, og við túsundtals skjølum á teldu síni, segði hann seg úr starvi. 

WikiLeaks avdúkaði

Í 2019 kunngjørdi WikiLeaks fyrstu skjølini í The Fishrot Files, ein avdúking, sum skakaði vinnulívsfólk og politisku elituna.

- Hóast ágang, hóttanir og eitran, vísir varskógvarin, Jóhannes Stefánsson, at einstaklingar í vinnulívinum kunnu stríðast móti korruptión, sigur dómsnevndin.

Í takkarrøðu síni segði Jóhannes Stefánsson:

- Í juli 2016 fór eg undir avdúkingina, og hon hevur verið mær dýr. Tá eg fór burtur úr Samherja, gekk ein tíð, áðrenn eg skilti, hvat eg hevði upplivað. Tá eg sá, hvussu umfatandi fíggjarligu brotsverkini og mutrið vóru, og hvussu stórar avleiðingar tað hevði fyri fólkið í Namibia, ivaðist eg ongantíð, hvat eg skuldi gera. Tí er tað mær ein stórur heiður at taka ímóti hesi viðurkenning, segði Jóhannes Stefánsson, sambært tíðindaskrivinum.

Drápsroynd

Jóhannes Stefánsson hevur fyrr sagt, at drápsroynd varð framd móti sær, tá hann var í Cape Town í Suðurafrika tíðliga í 2017, og at arbeiðsgevari hansara visti um tað. 

Torsteinn Már Baldvinsson, forstjóri í Samherja, meldaði í mars Jóhannes Stefánsson til løgregluna fyri falskar ákærur um at drápsroynd og frælsistøku, tí Jóhannes skal hava givið ábending um, at forstjórin í Samherja onkurvegna hevði sambandi við eitringina.

Forkvinnan í svensku dómsnevndini, Emma Dalväg, sigur í tíðindaskrivinum, at tey, sum stríðast móti mutri og valdsmisnýtslu, skulu ofta rinda dýrt fyri tað, og Jóhannes Stefánsson er einki undantak.

Ein hetja

- Hann herjar á, hóast áhaldandi ágang og hóttanir eftir lívinum fyri at fólkið skal fáa rættvísi. Ein hetja, sum vit eru errin um at hava sum vinnara í ár, segði Emma Dalväg.

Jóhannes Stefánsson fær eina millión svenskar krónur, - tað svarar til 733.000 danskar krónur.

Leinkið til tíðindaskrivið sæst her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537