Ein koronutilburður í gjár

bannari
Ein koronutilburður í gjár
Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum, og hevur bretska slagið av koronu
172 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og ein koronutilburður varð staðfestur
 
14.04.2021 - 11:28

Ein tilburður av koronu varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Viðkomandi kom til Føroya út útlondum. Talan er um bretska koronufrábrigdið (B.1.1.7).

172 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 247.602 kanningar.

Seinast koronasmitta var í Føroyum var á grækarismessu, 12. mars. 

502 koppsett

Í gjár vórðu 502 fólk koppsett. 492 fólk fingu fyrra prikið, og 10 fingu seinna prikið.

Nú eru 13.131 fólk koppsett. 8.874 hava fingið fyrra prikið, meðan 4.257 hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098