Fimm dystir í Betri-deildini í dag

Fimm dystir í Betri-deildini í dag
Allir fimm dystirnir í Betri-deildini við monnum verða spældir í dag, hóast kavin hevur órógvað síðstu tiðina
Uros Stojanov hevur longu skotið fýra mál fyri ÍF í ár
 
11.04.2021 - 12:56

Allir fimm dystirnir í 5. umfari í Betri-deildini við monnum verða spældir í dag.

Kalda veðrið seinastu tíðina hevur órógvað, men líkt er til, at tað fer at bera til at avgreiða allar dystirnar eftir ætlan.

Ein broyting er kortini gjørd. Hon er, at dysturin millum ÍF og NSÍ, sum skuldi spælast í Fløtugerði í Fuglafirði, er fluttur til Runavíkar. Kringvarpið sigur frá tí dystinum í útvarpinum klokkan 15.00.

KÍ er fremst undan dystunum í dag. Klaksvíkingar hava níggju stig, meðan grannarnir, ÍF og Víkingur hava sjey. Niðast eru B68 og TB, sum spæla á Svangaskarði í dag, við ávíkavist einum og ongum stigi.

Dystirnir í dag eru hesir:

14:00 B36-Víkingur
15:00 KÍ-EB/Streymur
15:00 NSÍ-ÍF
16:00 B68-TB
17:00 HB-07 Vestur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098