Farmaskip sleit í Kollafirði

Farmaskip sleit í Kollafirði
Ein vindskaði fráboðaður í nátt
Hvítanes.
 
04.04.2021 - 09:51

Farmaskipið Hvítanes, sum liggur í Kollafirði, sleit nakað fyri klokkan seks í morgun.

Men tað eydnaðist manningini og Tórshavnar sløkiliði at fáa bundið skipið aftur.

Politiið fekk eisini eina fráboðan um vindskaða í nátt.

Oljan á vegnum

Um fimm-tíðina seinnapartin í gjár var liðugt at reinsa vegin úr Leirvík niðan á Gøtueiði.

Olja lak úr einum tangabili á vegin fyrrapartin í gjár.

Vegurin gjørdist tí sera hálur, men einki óhapp stóðst av hálkuni, sigur politiið. 

Í Havn var nakað av fólki í býnum í nátt. 

Eingin fráboðan kom um harðskap, men nøkur vórðu skrivað fyri brot á skilhaldsreglurnar, sum politiviðtøkan eitur nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098