- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið rindar ferðaútreiðslurnar
24.02.2021 - 08:42
Aktuelt›Politikkur
Landið rindar ferðaútreiðslurnar
Higartil hevur Barnaverndartænastan rindað, men er uppskotið komið í tingið um at broyta lógina

Landiðskal gjalda ferðaútreiðslurnar hjá fólki, sum fara av landinum at vera saman við børnum sínum
Landið, og ikki Barnaverndartænastan, skal gjalda ferðaútreiðslurnar hjá fólki, sum fara av landinum at vera saman við børnum sínum.
Barnaverndartænastan rindar ferðaútreiðslurnar í sambandi við samveru í Føroyum.
Hon skal, sambært galdandi lóg, eisini gjalda útreiðslurnar hjá teimum, sum fara av landinum í sambandi við samveru á stovni.
Men tað skal, sambært lógaruppskotinum, sum nú er komið úr Almannamálaráðnum, broytast, so landskassin rindar.
Lógin verður afturvirkandi til 14.desember í fjør, tá galdandi lóg kom í gildi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV