Havnin á Tjørnunesi fingið prinsippgóðkenning

Havnin á Tjørnunesi fingið prinsippgóðkenning
Staðsetingin er góðkend, men endaliga viðgerðin í Yvirfriðingarnevndini verður ikki, fyrr enn nevndin hevur fingið endaligu tekningarnar
Ætlanin er at gera turrdokk og havn á Tjørnunesi
Mynd: Pól Sundskarð  
 
09.02.2021 - 13:00

Turrdokkin og havnin, sum Mest, Varðin, Varðin Pelagic og Eysturkommunu ætla at gera á Tjørnunesi, norðan fyri bygdina undir Gøtueiði á Skálafjørðinum, hevur fingið prinsippgóðkenning frá Yvirfriðingarnevndini.

Tað merkir, at staðsetingin er góðkend.

Men endaliga viðgerðin í Yvirfriðingarnevndini verður ikki, fyrr enn nevndin hevur fingið endaligu tekningarnar.

Havnin verður frá Tjørnunesi og norðureftir.

Talan er um eina verkætlan fyri nakrar hundrað milliónir krónur, millum annað verður turrdokkin so stór, at Norrøna kann fara í hana.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444