Jarðskjálvti í Indonesia kravt 26 mannalív

Jarðskjálvti í Indonesia kravt 26 mannalív
Jarðskjálvtin varð stutt eftir midnátt í nátt lokala tíð, og hann varð mátaður til 6,2 á styrkilistanum
Jarðskjálvtin í Indonesia hevur kravt í minsta lagi 26 mannalív
 
15.01.2021 - 10:02

Í minsta lagi 26 fólk hava latið lív, og fleiri hundrað hava fingið skaða í hørðum jarðskjálvta á oynni Sulawesi í Indonesaia. 

2.000 fólk eru flutt úr økinum.

Tað upplýsa indonesiskir myndugleikar fyri AP-tíðindastovuni.

Jarðskjálvtin varð stutt eftir midnátt í nátt lokala tíð, og hann varð mátaður til 6,2 á styrkilistanum. Jarðskjálvtamiðdepilin var seks kilometrar í landnyrðing úr býnum Majene.

62 hús rapað

Í minsta lagi 62 hús og eitt sjúkrahús rapaðu av jarðskjálvtanum, og eitt gistingarhús hevur fingið stóran skaða.

Bjargingarlið leita eftir fleiri sjúklingum og heilsustarvsfólkum í húsatoftunum

Eisini fólk, sum vóru stødd uttan fyri sjúkrahúsið eru ikki komin afturíaftur, og indonesisku myndugleikarnir royna framvegis at fáa yvirlit yvir støðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418