Føroyingar og danir kunnu vera fyri vanbýti

Føroyingar og danir kunnu vera fyri vanbýti
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur vent sær til danska ráðharran í arbeiðsmarknaðarmálum um málið um framskundaða pensjón
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, sigur, at uppskotið um framskundaða pensjón kann hava við sær, at føroyingar og danir í Danmark kunnu vera fyri vanbýti
 
12.11.2020 - 16:29

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur í dag sent danska ráðharranum í arbeiðsmarknaðarmálum, Peter Hummelgaard, skriv í sambandi við uppskotið hjá donsku stjórnini um framskundaða pensjón.

Málið snýr seg um, at persónar, sum hava verið virknir á arbeiðsmarknaðinum í minsta lagi í 42 ár, kunnu fáa rætt til framskundaða pensjón í Danmark.

Soleiðis sum uppskotið er orðað, telur arbeiðstíð frá nærum øllum londum í Evropa við, tá samlaða arbeiðstíðin skal gerast upp, tó ikki arbeiðstíð í Føroyum og Grønlandi.

Tað eru nógvir danir, sum í styttri ella longri tíðarskeið hava arbeitt í Føroyum, og føroyingar búsitandi í Danmark, sum hava arbeitt í báðum londum. Sambært uppskotinum fáa hesi ikki rætt til framskundaða pensjón í Danmark.

Sinnaður at tillaga uppskotið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur boðað danska ráðharranum í arbeiðsmarknaðarmálum frá, at lógaruppskotið kann hava við sær, at føroyingar og danir í Danmark kunnu vera fyri vanbýti. Somuleiðis elvir lógaruppskotið til nýggjar markaforðingar, og tað samsvarar heldur ikki við aðra pensjónslóggávu, sigur hon

Landsstýriskvinnan sigur, at Peter Hummelgaard er sinnaður at tillaga lógaruppskotið soleiðis, at arbeiðstíð í Føroyum og Grønlandi eisini telur við, tá samlaða arbeiðstíðin verður gjørd upp. Føroyingar í Danmark fáa sostatt somu rættindi sum danir, norðurlendingar og evropearar, tá ið ræður um framskundaða pensjón, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012