Borgarstjórar í 60 ár og afturvaldir

bannari
Borgarstjórar í 60 ár og afturvaldir
Tveir av borgarstjórunum, sum hava sitið longst, Linjohn Christiansen og Gerhard Lognberg, eru báðir afturvaldir
Linjohn Christiansen (t.v.) og Gerhard Lognberg (t.h.) hava verið borgarstjórar í Skálavíkar og Skopunar í ávíkavist 28 og 32 ár.
 
10.11.2020 - 22:11

Linjohn Christiansen er borgarstjóri í Skálavík, og tað hevur hann eisini verið síðani 1989.

Linjohn er tann borgarstjórin, millum allar núverandi borgarstjórar, sum hevur sitið longst - heili 32 ár. Eftir øllum at døma verður hetta tíðarskeiðið enn longri.

Tí Linjohn hevur enn eina ferð fingið flest atkvøður. Hann fekk 36 atkvøður.

Torkil Jógvansson Dalsgaard og Anita Joensen fingu bæði næstflestar atkvøður, tey fingu 13 atkvøður í part. Aftur at teimum komu Bogi Trondesen Hentze og Høgni Samuelsen inn við ávíkavist 9 og 8 atkvøðum.

Nýggja kommunustýrið í Skálavík sær soleiðis út: 

Nummar Navn Atkvøður
1 Linjohn Christiansen 36
2 Torkil Jógvansson Dalsgaard 13
3 Anita Joensen  13
4 Bogi Trondesen Hentze 9
5 Høgni Samuelsen 8

Gerhard heldur fram í Skopun

Fara vit til Skopunar, so hevur núverandi borgarstjórin, Gerhard Lognberg, verið borgarstjóri í Skopunar kommunu síðani 1992. Og líkt er eisini til, at hetta tíðarskeiðið verður longt.  

Gerhard Lognberg hevur fingið flestar atkvøður í Skopunar kommunu, har hann hevur fingið 64 atkvøður. 

Sostatt hava teir báðir borgarstjórarnar á Sandoynni verið borgarstjórar í 60 ár. Báðir hava teir eisini fingið flest atkvøður til hetta valið. 

Nýggja kommunustýrið í Skopun sær soleiðis út: 

Nummar Navn Atkvøður
1 Gerhard Lognberg 64
2 Marjun S. Debes 56
3 Winnie Kjærbo 45
4 Friðfinn Nicolajsen 32
5 Hallmar Winther 21

Nú mangla einans trý valstøð at vera tald upp, og tað eru Runavíkar, Tórshavnar og Klaksvíkar kommuna.

Sí øll úrslitini her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012