Atlantsflog fær kapping

Atlantsflog fær kapping
Primo Tours, sum Atlantsflog hevur flogið fyri, stovnar nú saman við øðrum flogfelagið Airseven
Atlantic Airways hevur seinasta árið flogið fyri Primo Tours
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.10.2020 - 09:04

Atlantic Airways hevur fingið størri kapping um flúgvingina fyri ferðaskrivstovuna Primo Tours.

Tí Primo Tours hava saman við øðrum stovnað flogfelagið Airseven.

Felagið hevur tvey gomul Boeing 737-400 flogfør, annað er frá 1990 og hitt frá 1992.

Tey verða nú málað í Onglandi og koma til Danmarkar síðst í hesum árinum.

Atlantic Airways hevur seinasta árið flogið fyri Primo Tours. Tað hava Great Dane Airlines og SAS eisini.

Airseven fer nú at flúgva fyri Primo Tours, sum eisini umfata SunCharter og Århus Charter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012