Kanning: Fólk velja ikki valevni eftir útbúgvingum

bannari
Kanning: Fólk velja ikki valevni eftir útbúgvingum
Veljarar leggja lítið í, hvørja útbúgving tey uppstillaðu á kommunuvalinum hava, vísir nýggj spurnakanning
Bara seks prosent í nýggjari spurnakanning halda, at útbúgvingin hjá valevninum hevur "sera stóran týdning"
 
28.10.2020 - 14:00

Fólk, sum fara á kommunuval týsdagin 10. november, leggja lítið í, um valevnið, tey atkvøða fyri, er sjómaður ella sakførari. Tað vísir nýggj spurnakanning, spyr.fo hevur gjørt fyri Breddan.

Sí øll tey útgreinaðu tølini niðanfyri

Næstan annarhvør veljari í kanningini sigur, at útbúgvingarstigið hjá valevninum hevur "als ongan týdning", og bara seks prosent av teimum spurdu siga, útbúgvingin hjá valevninum "hevur sera stóran týdning."

Aldurin á valevninum hevur heldur ikki tað stóra at siga fyri, hvønn fólk ætla sær at velja á kommunuvalinum. Minni enn seks prosent siga, at aldurin á valevninum hevur "sera stóran týdning."

Sí øll tey útgreinaðu tølini í spurnakanningini, sum varð gjørd í gjárkvøldið, niðan fyri her. Trýst á teir ymisku stabbarnar fyri neyv tøl. Tølini í grafikkinum eru í prosentum.

 

 

 

 

 

 

 

Meira verður at frætta um kommunuvalið og tølini í spurnakanningini í Breddanum í útvarpinum klokkan 17:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098