Varðhaldsfongslaður fyri barnapornografiskt tilfar

Varðhaldsfongslaður fyri barnapornografiskt tilfar
Maðurin varð tikin fyri at hava rúsevni uppi á sær, men seinni kom løgreglan eisini fram á barnaporno á telefonini og telduni
Skuldsetti maðurin er varðhaldsfongslaður í fýra vikur
 
27.10.2020 - 11:57

Ein maður fyrst í 30-unum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu.

Tað var fyri tveimum vikum síðani, at løgreglan kannaði ferðafólk, sum komu til landið við Norrønu. 

Løgreglan fann rúsevni uppi á manninum, og hann varð tí handtikin.

Telefon og telda hjá manninum vórðu kannað, og har vóru stórar nøgdir av barnaporno,  grovum barnaporno.

Upp í seks ára fongsul

Maðurin skal sita í varðhaldi, men løgreglan kannar, um hann hevur sent øðrum barnapornografiskt tilfar. 

Revsingin fyri at senda slíkt tilfar víðari er upp í seks ára fongsul. 

Hevur hann ikki sent tilfarið víðari, er revsingin fyri at hava tað í varðveitslu eitt árs fongsul, sama hvussu nógv, og hvussu grovt tilfarið er.

Maðurin er eisini skuldsettur fyri í tveimum førum at hava tikið myndir av einum barni, meðan tað svav og tí ikki kundi verja seg, sigur Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098