500 ljóðbøkur á føroyskum

500 ljóðbøkur á føroyskum
Ljóðbókatænastan leggur nú síðstu hond á eina ljóðbókaskipan, sum verður á netinum
Í fjør komu 43 ljóðbøkur út í Føroyum
 
26.10.2020 - 10:18

Í fjør komu 43 ljóðbøkur út í Føroyum.

20 teirra vóru nýggjar, og 23 eru bøkur, sum fyrr eru komnar á kasettubandi.

Higartil eru komnar knappliga 500 ljóðbøkur á føroyskum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi um ljóðbøkur frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu.

Eisini á netinum 

Hann sigur, at ljóðbókatænastan hjá Landsbókasavninum er við at leggja síðstu hond á eina tíðarhóskandi ljóðbókaskipan, sum verður á netinum. 

Ætlanin er, at bókasøvn kunnu lána almenningunum føroyskar ljóðbøkur og teimum, sum hava serligan tørv á ljóðbókum.

Hendan skipanin kemur í vár. Ein fyrimunur við henni er, at føroyingar í Danmark kunnu eisini brúka hana.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098