Løgreglan fingið eitt tipp

Løgreglan fingið eitt tipp
Løgreglan hevur fingið eina fráboðan, síðani løgreglan í morgun heitti á fólk um at siga frá, høvdu tey verið vitni til ein harðskapstilburð
Eitt vitni hevur greitt frá, hvat hendi í nátt
 
25.10.2020 - 16:00

Løgreglan hevur fingið eina fráboðan, síðani løgreglan í morgun heitti á fólk um at siga frá, høvdu tey verið vitni til ein harðskapstilburð í Havn tíðliga leygarmorgunin.

Tað var um trý tíðina leygarmorgunin, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður hevði verið fyri harðskapi, tá hann var avdottin í Steinatúni í Havn.

Enn er ov tíðliga at siga, um vitnið, sum hevur vent sær til løgregluna eftir at áheitanin fór út í morgun, veit ella kann hava sæð okkurt, sum kann hava týdning fyri málið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn

 >> SÍ EISINI Løgreglan leitar eftir vitnum

Vitni, løgreglan tosaði við í gjár, søgdu, at maðurin varð sparkaður í andlitið, men løgreglan stendur sum so á berum eftir álopið. Maðurin, sum er í 20-unum, hevur fingið skaða í andlitið og hevur tað annars toluligt eftir umstøðunum eftir álopið.

Løgreglan veit framvegis ikki, hvørjir teir tríggir menninir, ið sigast at hava lopið á mannin, eru, og tí sóknast løgreglan eftir vitnum til harðskapstilburðin.

Løgreglan vil tí fegin frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð okkurt, ið kann hava týdning fyri at loysa málið, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012