Falskur fundarluttakari á fundi í Fólkatinginum

Falskur fundarluttakari á fundi í Fólkatinginum
Persónurin segði seg vera hvítarussiski andstøðuleiðarin, Svetlana Tikhanovskaja, og var á loyniligum fundi á netinum í uttanríkispolitisku nevndini
 
08.10.2020 - 18:12

Kunningartænastan í Fólkatinginum sigur í tíðindaskrivi í dag, at á fundinum varð tosað um støðuna í Hvítarusslandi. Samstundis var eisini tosað um, hvussu fólkið í Hvítarusslandi kann fáa stuðul til stríðið fyri frælsi og mannarættindum.

Tá fundurin týsdagin varð settur, høvdu Svetlana Tikhanovskaja og hennara fólk, sambært upplýsingum, trupulleikar við at koma í mynd á skíggjanum í fundarhølinum, og tí bar ikki til at síggja hana. 

Fundurin vardi í 40 minuttir. 

Ánaðu óráð

Sum fundurin leið, gjørdust tey varug við, at her ruggaði ikki alt rætt. Nevndin samdist tí um at slíta fundin. 

Tað er á slíkum fundum í Uttanríkispolitisku nevndini, at kjakast verður mál, sum hava tilknýti til uttanríkispolitikk og trygdarpolitikk. Fundarluttakararnir mugu ikki endurgeva tað, sum er sagt á fundinum, og ikki er loyvt at hava fartelefon og aðra elektroniska útgerð við á fundin av ótta fyri avlurting og njósning.

Fólkatingið skrivar í tíðindaskrivinum, at á fundinum varð einki sagt, sum kann ávirka danska uttanríkispolitikkin. Málið verður nú kannað.

Okkurt at hugsa um

Martin Lidegaard, formaður í uttanríkispolitisku nevndini, sigur við Ritzau, at hann vónar, at talan bert er um grovt skemt, men hann óttist kortini fyri, at luttøkan á fundinum kann verða misbrúkt. - Hetta gevur okkum eisini okkurt at hugsa um, sigur Martin Lidegaard.

38 ára gamla Tikhanovskaja er nýggj í politikki, og sambært andstøðuni, vann hon forsetavalið í Hvítarusslandi og á Aleksandr Lukasjenko, sum hevur verið forseti í landinum í 26 ár. Sambært almenna valúrslitinum fekk Lukasjenko tó 80 prosent av atkvøðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098