Atlantsflog skal hava fíggjarliga hjálp

Atlantsflog skal hava fíggjarliga hjálp
Nevndarformaðurin í flogfelagnum váttar, at arbeitt verður við einari loysn at leggja fyri landsstýrið, sum eigur Atlantsflog
Ein greining vísir, at Atlanstflog í ringasta føri fer at hava 179 mió. kr. í halli í ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.09.2020 - 14:24

Alt bendir á, at Atlantsflog skal hava nýggjan kapital.

Tað váttaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í tinginum fyrr í dag.

Jørgen Niclasen vil ikki útgreina, hvat hetta merkir. Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Arbeiða við loysn

Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, váttar fyri Kringvarpinum, at nevndin arbeiðir við eini loysn at leggja fyri eigaran, sum er landsstýrið.

Arbeiðið skuldi verið gjørt fyrr í ár, men støðan við koronu broytist alla tíðina, og tí verður arbeiðið ikki gjørt fyrr enn nú.

Niels Mortensen upplýsir, at uppskot til loysn verður lagt fyri landsstýrið um eina til tvær vikur. Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar.

Stórt hall 

Ein greining, sum ráðgevarafyritøkan Rajani-Rasmussen gjørdi fyri Kringvarpið í mai mánaði, segði, at Atlantsflog í ringasta føri kann hava 179 milliónir krónur í undirskoti í ár.

Sambært somu greining verður úrslitið fyri 2020 í besta føri 71 milliónir krónur í undirskoti. 

Við ársbyrjan var eginpeningurin í Atlantsflog góðar 250 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098