Nú kunnu ferðavinna og skeinkistøð søkja um stuðul

bannari
Nú kunnu ferðavinna og skeinkistøð søkja um stuðul
Treytin fyri at fáa covid-19-stuðul er, at einki vinningsbýti verður latið í trý ár
Skeinkistøðini fáa pengar fyri tíðina 8.august til 31.august, sum er tíðin, tá tey skuldu lata aftur klokkan 23
 
07.09.2020 - 10:56

Ferðavinnufyritøkur og skeinkistøð kunnu nú søkja um covid-19 stuðul úr landskassanum.

Kunngerðin varð lýst síðst í august. Umsóknarfreistin er til 31.oktober.

Ferðavinnan fær stuðul fyri tíðarskeiðið 12.mars til 31.august. 

Skeinkistøðini fáa pengar fyri tíðina 8.august til 31.august. Hetta var tíðin, tá tey fingu boð úr landsstýrinum at lata aftur kl.23.00.

Fáa í mesta lagi 10 mió. kr.

Stuðulin er 50 prosent, um afturgongdin í umsetninginum er millum 40 og 60 prosent. Hann er 75 prosent, um afturgongdin í umsetninginum er millum 60 og 100 prosent.

Hvør fyritøka kann fáa í mesta lagi 10 mió. kr.

Er fyritøkan partur av samtaki, kann stuðulin í mesta lagi vera 10 mió. kr. samlað fyri fyritøkurnar í samtakinum. Stuðulin verður latin til fastar útreiðslur.

Í mesta lagi tíggju starvsfólk kunnu fáa 27.000 kr. í løn um mánaðin.

Fyritøkur skulu ikki lata vinningsbýti fyri árini 2020, 2021 og 2022 fyri at fáa stuðul. 

   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098