Myndugleikarnir: Støðan er sera álvarsom

bannari
Myndugleikarnir: Støðan er sera álvarsom
Smittan breiðir seg skjótari enn fyrr, og nógv skjótari enn í londunum kring okkum, siga heilsumyndugleikarnir
Koronusmittan, sum er í Føroyum, er eitt serstakt slag, ið smittar illa, sigur Heilsumálaráðið
 
07.08.2020 - 06:15

Fólk smitta onnur longu dagin eftir, at tey sjálvi eru smittað, og tað er ikki sæð í Føroyum fyrr. Hetta ger eisini, at avbyrgingin er sera torfør.

Tað sigur Heilsumálaráðið, nú tað er staðfest, at fleiri enn 40 føroyingar hava COVID-19. Tá smittan aftur varð staðfest 4. august, varð hildið, at talan var um tríggjar ymiskar smittuketur. 

Sama smittuketa

Men eftir drúgva smittusporing er sannlíkt, at talan í roynd og veru er um eina og somu smittuketu, sum er staðfest í Havn á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku, sigur Heilsumálaráðið.

Nøkur av teimum smittaðu búgva aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum, men tey flestu eru kortini smittað í Havn. 

Tað er eisini staðfest, at smittan hevur breitt seg millum hesi fólk, tá tey hava verið til privat tiltøk á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku.

Serstakt slag, ið smittar illa

Enn er ógreitt, hvussu smittan er komin til landið, men talan er um eitt serstakt slag av COVID-19, sum smittar illa, sigur Heilsumálaráðið.

4. august vóru tríggir tilburðir, fyrradagin vóru 15, og í gjár væntaði landslæknin, at talið á smittaðum verður um 40.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at heldur henda gongdin fram, kann verða neyðugt at lata ein part av samfelagnum aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012