Gevast at kanna skottilburðin í Miðvági

Gevast at kanna skottilburðin í Miðvági
Statsadvokaturin í Keypmannahavn er komin til ta niðurstøðu, at løgreglumaðurin skeyt í sjálvverju, ella fyri at verja starvsfelagarnar
Skottilburðurin í Miðvág var 9. desember í fjør
 
05.05.2020 - 15:01

Statsadvokaturin í Keypmannahavn hevur gjørt av at steðga kanningini, sum løgreglan í Keymannahavn gjørdi, tí ein løgreglumaður í Føroyum skeyt ein mann í Miðvági 9.desember í fjør.

Kanningin er hildin uppat, tí niðurstøðan hjá statsadvokatinum er, at løgreglumaðurin skeyt í sjálvverju, ella fyri at verja starvsfelagar hjá sær.

Avgerðin hjá statsadvokatinum er ikki kærd til ríkisadvokatin.

Maðurin, sum løgreglan skeyt, tí hann skeyt ein løgreglumann í høvdið við høglbyrsu, er framvegis varðhaldsfongslaður í Danmark.

Maðurin, sum er miðskeiðis í trítatiárunum, er skuldsettur fyri drápsroynd og serliga grovan harðskap móti tænastumanni, sum var til arbeiðis.

Trý skot

Trý skot raktu mannin, tá løgreglan skeyt eftir honum.

Hann varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn til viðgerðar.

Løgreglumaðurin, sum varð raktur, var í hjálmi. Hann fekk ikki nevniverdan skaða.

Skuldsetti maðurin noktar seg sekan. Hann sigur seg einki minnast um hendingina í Miðvági 9.desember í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098