Ein leki í nýggjari íbúð á Biskupstorgi í Klaksvík

Ein leki í nýggjari íbúð á Biskupstorgi í Klaksvík
Tað lekur illa í einari íbúð á Biskupstorgi í Klaksvík, sum er spildurnýtt byggjarí. Leigarin er ónøgdur, tí Bústaðir ikki hevur gjørt nakað við tað
 
15.09.2019 - 16:21

Jákup Pauli Ziskason, sum leigar eina av nýggju íbúðunum hjá Bústøðum á Biskupstorgi í Klaksvík, skrivaði á Facebook vanga sínum í gjár, at tað lak illa í íbúðini í illveðrinum.

Jákup Pauli Ziskason sigur við Norðlýsið, at tað eisini hevur likið gjøgnum hurðina fyrr, og at hann hevur boðað Bústøðum frá hesum, men einki er gjørt við tað.

Bústaðir og Klaksvíkar kommuna hava samstarvað um byggingina av Biskupstorgi.

Bygningurin fevnir um 30 íbúðir, umframt høli til alment virksemi og annað í veghæddini.

Íbúðirnar eru spildurnýggjar, og leigarar fluttu inn 1. mai í ár, men hóast tað, lekur tað í íbúðini hjá Jákup Paula Ziskason og unnustuni.

Andras Róin, stjóri á Bústøðum, sigur í dag, at hann veit ikki nóg nógv um hetta málið enn, men at serfrøðingar frá Aluplast og byggifelagnum Kanjon fara á staðið í morgin at kanna trupulleikan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098