– Miða eftir at koma á mál í dag

bannari
– Miða eftir at koma á mál í dag
Í dag fara Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin at tosa um býtið av málsøkjum í nýggju samgonguni
 
11.09.2019 - 08:57

Í gjárkvøldið varð uppskot til samgonguskjal komið undir land, og nú skal samgonguskjalið til umrøðu hjá allari tingmanningini.

Tingbólkarnir hittast um ein hálvan tíma at tosa um samgonguskjalið og um býtið av málsøkjum, og klokkan 10:30 fara formenninir at tosa um málsøkini, sigur Bárður Nielsen.

Bárður Nielsen, samráðingarleiðari, sigur, at býtið av málsøkjum er ikki umrøtt enn, og roknast kann við, at flokkarnir koma við sínum ynskjum til málsøkir.

– Miðað verður eftir at koma á mál við at skipa samgongu í dag, men tað kann draga út til í morgin, sigur Bárður Nielsen við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444