Gull til Búgva Poulsen

bannari
Gull til Búgva Poulsen
Búgvi Poulsen hevur vunnið gull í judo í bólkinum undir 81 kilo. Hetta er fimta oyggjaleikagullið til roynda judomeistaran
Búgvi Poulsen hevur vunnið oyggjaleikagull í judo í bólkinum undir 81 kilo.
Mynd: Símun Christian Olsen  
 
09.07.2019 - 11:22

Tað gongur væl hjá Føroyum í judo.

Annað gullmerkið er vunnið, og tað hendi, tá Búgvi Poulsen vann gull í bólkinum undir 81 kilo. Hann stríddist móti Scott Perkins úr Menorca.

Búgvi Poulsen vann sítt gullmerki við tveimum wasari, men tað tók eina løtu hjá dómarunum at koma til ta niðurstøðuna, verður sagt úr høllini.

Hitt gullmerkið kom í gjár, tá Bárður H. Lenvig vann gull í bólkinum undir 66 kilo. 

Harafturat hava Føroyar vunnið eitt silvur og fýra bronsuheiðursmerki í judo.

Fimmfaldur oyggjaleikameistari

Búgvi Poulsen vann eisini gull í judo á oyggjaleikunum í Gibraltar 1995, í Álandi í 2009, í Isle of Wight í 1993 og so aftur nú í Gibraltar 2019.

Í ár kom gullið í vektbólkinum undir 81 kilo, og har vóru 17 luttakarar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537