Felagsskapurin skal styrkjast

Felagsskapurin skal styrkjast
FC Hoyvík hevur sett fleiri tiltøk í verk, sum skal styrkja um felagsskapin
 
23.04.2024 - 11:52

Ítróttarfelagið FC Hoyvík er nú farið undir eina tilgongd, sum skal styrkja um samanhaldið hjá yngru íðkarunum, og eisini skulu foreldur hava eina skyldu at hjálpa til í felagnum.

Eitt stig á leiðini er, at leikarar skulu ferðast saman til útidystir. Áður hava foreldur við barni koyrt hvør sær, men nú skulu tey samskipa koyringina, so fleiri koyra saman. Hetta er fyri at styrkja um samanhaldið og tað sosiala, sum er ein stórur partur av at vera í einum felagsskapi. Telefonirnar verða liggjandi í taskuni. 

- Tað skal vera sum í gomlum døgum. Tey skulu sosialisera, telja lyktapelar, gita hvørja bygd tey koyra framvið o.s.fr. Foreldur eru sjálvandi vælkomin at síggja dystin, men so koyra tey sjálvi.

Soleiðis siga tey, sum eru komin við hugskotinum í FC Hoyvík.

Foreldur skulu eisini vera ein størri partur av arbeiðinum í felagnum. Tí hevur felagið gjørt ein nýggjan leist, sum gongur út uppá, at tá foreldur skráseta síni børn, so skulu tey samstundis boða frá, hvat tey vilja hjálpa við. Fyri hvønn mánað, sum felagið bjóðar barninum eina skipaða venjing, vil felagið hava, at foreldur leggja ein tíma til felagið aftur. Uppgávurnar verða skrásettar á einari app, har foreldur sjálvi kunnu velja, hvussu tey vilja hjálpa til. 

Inntil víðari hava øll tikið væl ímóti nýggja leistinum. 

- Tað er ein vágið vit taka, men vit vilja heldur hava 400 aktiv foreldur, heldur enn 600 passiv, tí felagið og felagsskapurin fær meira burtur úr tí. 

Tað sigur formaðurin í FC Hoyvík, Fróði Danielsen, sum vitjaði morgunsendinina. Øll samrøðan kann hoyrast her:

1668810

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444