Ebbu-virðislønin latin fyri aðru ferð

Ebbu-virðislønin latin fyri aðru ferð
Ebbu-virðislønin verður handað á øðrum sinni á almennari móttøku í dag kl. 17.00 á Býarbókasavninum í Havn
Ebbe Hentze doyði í 2015
 
20.05.2019 - 11:54

Rithøvundafelag Føroya letur virðislønina. Virðislønin er uppkallað eftir Ebbu Hentze, sum doyði 20. mai í 2015.

Virðislønin, sum er 25.000 krónur, verður latin ungum rithøvunda, sum hevur sýnt serligar gávur. 

Í fjør varð fyrsta Ebbu-virðislønin latin Beini Bergsson fyri yrkingasavnið "Tann lítli drongurin og beinagrindin."

Testamenti

Ebba Hentze skrivaði í sínum testamenti at “Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur myndlistaverk, sum eftir meg eru. 

Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. 

Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavnsgrunninum.” 

Við hesum í huga setti nevndin í Rithøvundafelagnum 26. november 2017 á stovn Ebbu-virðislønina við at seta góðar  570.000 krónur á kontu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098