Seldi svartkjaft fyri góðar 13 milliónir krónur

Seldi svartkjaft fyri góðar 13 milliónir krónur
Vørn seldi rættindi at fiska svartkjaft fyri 13,1 mió. kr. á afturlatnari uppboðssølu í gjár
Vørn hevði fyrstu afturlatnu uppboðssøluna í gjár
 
22.03.2019 - 13:16

Eitt árs rættindi, sum vóru 19.552 tons, vórðu seld fyri sjey milliónir 534.180 krónur. Trý ára rættindi, 4.092 tons, vórðu seld fyri eina millión og 882.320 krónur.

Og átta ára rættindi, 8.193 tons, vórðu seld fyri tríggjar milliónir og 686.850 krónur.

Tey, sum høvdu vinnandi boðið, skulu rinda prísin, tey bjóðaðu fyri eitt árs rættindi. Í hinum báðum førunum setti lægsta vinnandi boð prísin, sum øll vinnandi boð skulu rinda.

Seks keyparar

Í gjár keyptu Varðin Pelagic, Varðin, Næraberg, Jókin, Thor Fisheries og Framherji rættindini á fiska svartkjaftin. Lægsti prísur var 30 oyru fyri kilo og tann hægsti var 51 oyru.

Fiskimálaráðíð hevði sett minstaprísin at vera tíggju oyru. P/f Næraberg keypti mest og í øllum trimum bólkum.

Kunngerðin um uppboðssølu sigur um trý ára og átta ára rættindi, at har verður gjaldið fyri árini eftir 2019 ásett sum goldna upphæddin í 2019 í krónum fyri kilo, faldað við lutfallinum millum miðal avreiðingarprísin í 2019 og miðal avreiðingarprísin í árinum, gjaldast skal fyri, fyri hvørt fiskaslag sær.

Næraberg, Varðin og Framherji keyptu trý ára og átta ára rættindi fyri ávikavist 46 og 45 oyru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012