Rigmor Dam fer frá

bannari
Rigmor Dam fer frá
Rigmor Dam hevur biðið løgmann um at verða loyst úr starvi sínum sum landsstýriskvinna í mentamálum
 
21.01.2019 - 12:06

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur biðið løgmann um at verða loyst úr starvi sínum, og tað hevur løgmaður gjørt. Tað stendur í fráboðan, sum fyri løtu síðan varð send miðlunum.

Boðini koma í kjalarvørinum av byggigøluni í samband við byggingina av skúladepilinum við Marknagil. 

Í fráboðan til miðlarnar skrivar Rigmor Dam, at álitið á Landsverk ikki er til staðar, nú tað eftir øllum at døma framvegis liggja ógoldnar rokningar fyri tíggjutals milliónir í samband við arbeiðið við skúladepilin í Marknagili.

Hetta eru rokningar, sum Landsverk, sambært Rigmor Dam, ikki hevur kunnað mentamálaráðið um fyrr enn í januar. 

Landsstýriskvinnan metir, at Mentamálaráðið hevur fylgt øllum samstarvsavtalum og mannagongdum í málinum, og samstundis mælir hon til, at skipanin av almennum byggiverkætlanum verður endurskoðað millum annað soleiðis, at slíkt ikki endurtekur seg. 

Øll fráboðanin kann lesast her

Landsstýriskvinnan verður gestur í útvarpsstovuni á middeg, og tú kanst hoyra tíðindini her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444