Føroyska sakarmálið skorið til eftir dóm í Danmark

bannari
Føroyska sakarmálið skorið til eftir dóm í Danmark
Ov seint at stevna eftir nógvum milliónum
Eik Bank Danmark fer nú í Hægstarætt
 
26.11.2018 - 07:53

Dómurin hjá Eystara landsrætti í sakarmálinum millum Fíggjarligt støðufesti og teir, sum stóðu á odda fyri Eik Bank Danmark, fær ávirkan á sakarmálið um Eik í Føroyum.

Fíggjarligt støðufesti sigur í tíðindaskrivi, at føroyska málið verður skorið til, men ikki, hvussu tað verður gjørt.

Ein møguleiki er, at stevningarnar móti grannskoðaranum, Hans Jóhan Laksá, og grannskoðaravirkinum P/f Nota, verða tiknar aftur.

Hans Jóhan Laksá og Nota vórðu frídømd í Eystari landsrætti. Og tann dómin hevur Fíggjarligt støðufesti ikki skotið inn fyri Hægstarætt.

Men fyritøkan Januar sigur í einum tíðindaskrivi, at Fíggjarligt støðufesti hevur slept stevningunum móti Hans Jóhan Laksá og Nota, og tað hevur Hans Laksá fingið at vita í skrivi frá Fíggjarligum støðufetsi, sigur Januar

Annars er Fíggjarligt støðufesti farið í Hægstarætt við teimum seks Eikmonnunum, eisini teimum báðum, sum vórðu frídømdir í Eystara landsrætti 26.oktober. 

Sama krav

Sakarkravið er framvegis tað sama, 250 mió. kr.

Teir fýra, sum vórðu dømdir í Eystari landsrætti, skutu longu 7.november dómin inn fyri Hægstarætt.

Dómurin er 42,6 mió. kr. í endurgjaldi, tá rentan er tald við. 

Men Fíggjarligt støðufesti er dømt at rinda teimum stevndu næstan 40 mió. kr. í sakarkostnaði.

Sambært Ritzau hevði Fíggjarligt støðufesti kunnað fingið nógvar milliónir afturat í dóminum hjá Landsrættinum. 

Men Fíggjaligt støðufesti var av seint á sjóvarfallinum. Stevningin kom 27 dagar ov seint.

Ov seint

Eystari landsrættur sigur, at stjórarnir, Brian Toft og Jesper Clausen, gjørdu ikki skyldu sína.

Talan er um 39 milliónir í einum føri, og 81 milliónir í staðin fyri 27 í einum øðrum føri. Men hvørgin stjórin er dømdur fyri hetta. Fyrningarfreistin er trý ár.

Seinasta freist at stevna í hesum førunum var 3.desember 2011. Stevningin er skrásett í rættarskipanini 30.desember 2011, 27 dagar ov seint.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012