Sonja spyr um kynsbýti

Sonja spyr um kynsbýti
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, vil hava at vita frá løgmanni, hvussu kynsbýtið er í almennum nevndum, ráðum og partafeløgum
 
12.03.2018 - 09:12

Hon spyr Aksel V. Johannesen, hvussu kynsbýtið er, tá ið ræður um formanssessir og útgoldna samsýning í almennum nevndum ráðum.

Sonja Jógvansdóttir vil eisini hava at vita, hvussu kynsbýtið er í almennu fyrsitingini, tá ið talan er um stjórar, varastjórar, deildarleiðarar, leiðarar annars og ráðgevar.

Spurt verður eisini, um munur er á lønunum hjá monnum og kvinnum. 

Sonja Jógvansdóttir hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, henda fyrispurningin.

Fyrispurningurin verður settur fyri at fáa tøl til vega, sum vísa, um javnstøða er í arbeiðslívinum í almennu fyrisitingini, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444